Heidi og Karl Jacob vunnu arkitektakappingina

Tað drúgvt at bíða eftir at fáa at vita, hvør hevði vunnið arkitektakappingina, av tí at vinnararnr vóru staddir í Keypmannahavn. Teir fingu fyrst boðini um kappingarúrslitið hósdagin, men av tí at torført var at fáa flogferðaseðil í gjár, var tíðindafundurin, sum skuldi vera kl. 10 fyrrapartin, útsettur til seinnapartin. 1. virðislønin er 100.000 krónur

Í juni 1998 bjóðaði Føroya Løgting til almenna projektkapping um løgtingshús. Endamálið við kappingini var at skapa arbeiðsligar,

tíðarhóskandi og virðiligar karmar um arbeiði tingsins, við tí fyri eyga,at arbeiðið skal vera liðugt á ólavsøku ár 2002.

17 uppskot komu inn til kappingina. Arkitektarnir Heidi Poulsen og Karl Jacob Danielsen fingu 1. virðislønina, sum er 100.000 krónur.


Besta uppskotið skarar framúr

Í grundgevingini sigur dómsnevndin at talan er um stóra samlaða húsarúmd, sum tað hevur eydnast at býta sundur í hóskiligar og vælskapaðar eindir á ein sannførandi hátt. Harvið fellur tað væl inn í umhvørvið ímiðbýnum.

Dómsnevndin heldur hetta uppskotið skara framúr millum tey innkomnu uppskotini og ivast ikki í, at við nærri viðgerð er hetta tað uppskotið, sum gevur Føroya Løgtingi besta støðið í framhaldandi stremban síni at skapa tíðarhóskandi og virðiliga karmar um tingarbeiðið.


Vísir vakra heild

2. virðisløn, sum er 50.000 krónur, fingu arkitektarnir Páll Holm Lava og Magnus Magnussen.

Dómsnevndin sigur, at uppskotið tekur á sannførandi hátt støði í verandi húsastøddum í miðbýnum.

Uppskotið vísir eina vakra heild viðvíkjandi tingsali, tinghúsvøllinum og økinum uttanum.

Dómsnevndin kundi hugsað sær greiðari planloysnir, verður sagt í grundgevingini.


Havnará verður

latin upp

3. virðislønina fekk Turið Mohr, arkitektur. Hon er 25.000 krónur.

Í grundgevingini sigur dómsnevndin, at uppskotið nýtir greiðar og vælskapaðar bygningskroppar á ein djarvan hátt.

Dómsnevndin ivast í so høgum bygningi á hesum staðnum, men heldur, at uppskotið er varligt mótvegis tinghúsvølli og økinum uttanum, og at Havnará verður latin upp á ein vakran og varisligan hátt.


Dómsnevndin

Til at døma um innkomnu uppskotini setti formansskapurin í tinginum hesa dómsnevnd:

Finnbogi Ísakson, tingformaður, Leivur Hansen, býráðformaður. Vilhelm Johannesen. tinglimur.

Sum yrkisdómarar valdi Arkitektafelag Føroya Maritu Weihe, arkitekturA.F. og Sigurður Bjørnúlfsson, arkitektur A.Í. í Íslandi.

Ráðgevarar hjá nevndini hava verið: Ole Jensen, arkitektur, Tórálvur Weihe, býarerkitektur og Súsanna Danielsen, skrivstovustjóri Føroya Løgting. Tummas Lauritsen, arkitektur hevur verið nevndarskrivari.