Heidi og Heidi til B36

Kvinnuliðið hjá B36 hevur leitað sær styrk, nú tær tær fara undir seinnu hálvu av kappingarárinum. Heidi Sevdal og Heidi á Lakjuni hava higartil spælt við NSÍ, men sambært Dimmalætting fara tær báðar nú at spæla við B36.

Heidi Sevdal verður av fleiri mett sum ein tann besti framrættaði spælarin í kvinnudeildini. Heidi á Lakjuni hevur eisini ofta gjørt nógv um seg í álopinum, men hetta árið hevur hon tó verið málverji hjá NSÍ.