Hendan myndin er tikin 14. septembur av Oljufjallinum við Tempulplássinum í baksýni. Ein fantastiskur býur, sum er sum ongin annar, har muslimar, kristin og jødar liva síðu um síðu.

Heidi og Erland í Jerusalem: Vit halda okkum heima

Undantaksstøða er í Jerusalem í dag, eftir ógvusliga Hamas-álopið í gjár.

Hendan myndin er tikin 14. septembur av Oljufjallinum við Tempulplássinum í baksýni. Ein fantastiskur býur, sum er sum ongin annar, har muslimar, kristin og jødar liva síðu um síðu.

Vit hava fingið hesa frásøgn frá Heidi og Erland Tvørfoss, sum eru í Ísrael við kristna danska hjálparfelagsskapinum »Ordet & Israel«:

 

Í Jerusalem er friðarligt í dag, men vit hava fingið boð um at halda okkum heima. Skúlar og barnagarðar eru stongdir í dag. Undantaksstøða er, og hon er galdandi inntil kl. 18 í kvøld. Um so er, at tað ikki hendir nakað áðrenn tað, so byrjar dagligdagurin fyri ísraelar her í býnum aftur.

 

Vit hoyra flogfør og tyrlur við jøvnum millumbili, sum minnir okkum á, at tað eru ósek, sum líða undir virkseminum hjá Hamas. Tað er ein spentur stemningur her í býnum eisini, sjálvt um vit ikki eru í miðdeplinum í krígnum, men er tað nakað jødarnir hava lært seg, so er tað at royna at liva eitt vanligt lív undir truplum umstøðum. Vónandi tekur hetta ikki ov langa tíð. Hvørki í Tel Aviv ella Jerusalem hava tað verið alarmar í eina tíð, og bardagin er nú í og rundanum Gaza.

 

Vit gjørdu av at fara her niður fyri at koma at kenna landið og fólkið betri, og vit kunna staðfesta, at tað er eydnast, bæði til tað góða og tað ringa. Fólkið her er vinarligt og vilja hava frið. Í 7 vikur hava vit verið her, har vit hava verið so heppin at hava hildið jødiska nýggjárið, Rosh Hoshana, Yom Kippur og Leyvsalahøgtíðina.

 

##med2##

 

Á Yom Kippur ber til at ganga á høvuðsvegunum, tí fólk eru heima, og ongin koyrir bil. Í 1973 lupu arabisku grannarnir á Ísrael tann dagin.

 

##med3##

 

Á leyvsalahøgtíðini eru nógvir jødar úti í Jerusalem og gleðast um tey, sum komu úr øðrum londum at vísa teimum sín stuðul. Merkið er væl umtókt millum børnini, sum eru komin við foreldrunum at hyggja.

 

Tíverri gingu tað ikki nógvir dagar frá leyvsalahøgtíðini, inntil álopini frá Gaza geiranum, og landið aftur mátti í stríð við Hamas, sum hava sum sítt størsta ynski at fáa jødarnar úr landinum.

 

Hendan myndin er tikin 14. septembur av Oljufjallinum við Tempulplássinum í baksýni. Ein fantastiskur býur, sum er sum ongin annar, har muslimar, kristin og jødar liva síðu um síðu.