Í morgun svam Heidi Andreasen seg í finaluna í 200 metra blandaðari svimjing á paraolympisku leikunum í Beijing. Beint fyri evstamark okkara var sjálv finalan á skránni, og her eydnaðist føroyska umboðnum á leikunum at gerast nummar sjey. Enn hevur Heidi tvær kappingar eftir í Beijing, og eru hesar í 400 og 50 metra frísvimjing.