Heidi á Lakjuni vil verða Miss Aquadorable 2009

Føroyska Heidi á Lakjuni hevur meldað seg til donsku kappingina um at gerast Miss Aquadorable 2009 Eins og undanfarnu ár verður ein kapping í Danmark um at gerast Miss Aquadorable 2009. Tað er vatnfyritøkan Aquad?or, ið skipar fyri kappingini saman við TV3.

Kappingin hevur til endamáls at finna vakrastu kvinnuna í Danska Kongaríkinum, og endamálið er, at kvinnurnar skulu hava tann sokallaða natúrliga vakurleikan. Fyrireikarar siga, at mált verður ikki út frá vanligum model mátum.

 

Á heimasíðuni hjá kappingini www.aquadorable.dk ber til at melda seg til kappingina. Hetta verður gjørt við at upprættað sær eina myspace líknandi vangamynd, og á tann hátt verður ein automatiskt við í hópinum. Fyrireikarar velja síðani tær mest egnaðu burtur úr, og tær útvaldu verða við í sjónvarpsrøðini hjá TV3.

 

Føroyska Heidi við í hópinum

Enn er ikki avgjørt hvør skal víðari til sjónvarpsrøðina hjá TV3, men føroyska Heidi verður undir øllum umstøðum við í hópinum, tá fyrireikarar skulu taka avgerð um hvør skal víðari og ikki.

 

Heidi sigur soleiðis á sínari vangamynd.

- Eg vil takka tykkum øllum. Liv lívið hvønn dag eins og tað var tann síðsti dagurin. Tað geri eg, og fyri hvønn dag sum fer eri eg takksom fyri tað eg havi upplivað og lært tann dagin.

Góða eydnu til tykkum allar. Vit eru allar serstakar, og tað er eingin av okkum, ið ikki hevur uppiborið at komi víðari í kappingina.

 

Vinnarin av kappingini fær kr. 100.000, umframt heitið sum Miss Aquadorable 2009. Tær 8, sum fara víðari í kappingini, verða almannakunngjørdar mikudagin 18. mars.