Heidi Løke til HM fýra mánaðir aftaná barnsburð

34 ára gamla Heidi Løke, sum átti ein son í juli er tikin út til norska kvinnulandsliðið í hondbólti, sum skal verja HM-gullið í desember

34 ára gamla Heidi Løke er ein sonn legenda í norskum hondbólti, og í altjóða hondbólti.

 

Hon hevur higartil vunnið EM tríggjar ferðir við norska landsliðnum, HM tvær ferðir og olympiskt gull á einum sinni.

 

Sterki strikuspælarin hevur tó ikki verið spádd møguleikan at sleppa við til HM-endaspælið, sum verður í Týsklandi, dagarnar 1. til 17. desember, tí í juli átti hon ein son, sum hevur fingið navnið Oskar.

 

Íslendski landsliðsvenjarin hjá norska kvinnulandsliðnum, Thórir Hergeirsson hevur nú tikið Heidi Løke út til HM-hópin, sum skal verja HM-gullið frá 2015, og hann hevur enntá givið Heidi Løke loyvið at hava lítla Oskar við, sum tó skal ansast av pápanum og øðrum næstringum, tá venjingar og dystir eru á skránni, so Heidi Løke kann fokuserað hundrað prosent uppá uppgávurnar.

 

Fyri at koma í form aftur hevur tann krútsterka Heidi Løke vant við mansliðnum hjá Sandefjord, sum spælir í næstbestu norsku hondbóltsdeildini, og tað sigur ikki so lítið um viljan hjá Heidi Løke.