Tjóðveldisflokkurin megnaði at vinna tann næst valda tinglimin úr Norðurstreymoyar valdømi. Tað gjørdist kanska heldur óvæntað Heidi Petersen, sum er búsitandi í Vestmanna.
Hon fekk 203 persónligar atkvøður og vann tí á Nikláa Petersen úr Kollafirði, sum hevur sitið á tingi fyri Tjóðveldisflokkin undanfarna valskeið. Niklári fekk hesuferð 171 persónligar atkvøður afturímóti 225 við seinasta val.
Ikki óvæntað var Sambandsflokkurin størsti flokkur við 663 atkvøðum, og Bárður Nielsen var tann stóri atkvøðuslúkurin við 357 persónligum atkvøðum.
Heidi Petersen hevur ongantíð áður stilla upp til løgtingsval, men møguliga var hetta til hennara fyrimun. Hon er tó mest glað fyri úrslitið hjá flokkinum.
? Útlitini hjá okkum vóru jú so ring í veljarakanningunum undan valinum. Vit høvdu fyrireikað okkum til at fáa seks tinglimir, men nú endaðu vit sum størsti flokkur á tingi, sigur Heidi Petersen.
Um tað at hon koppaði Nikláa Petersen sigur Heidi, at slíkt altíð kann henda í politikki. Blaðið royndi at fáa eina viðmerking frá Nikláa, men tað eydnaðist ikki.
Ikki ókend í politikki
Hóast Heidi Petersen ongantíð áður hevur stilla upp til løgtingið, so er hon als ikki ókend í Tjóðveldisflokkinum. Hon hevur seinastu tvey árini sitið sum formaður í aðalstjórn floksins og sum formaður í Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag. Hon kennir tú flokkin innanífrá og veit, hvussu flokkurin virkar.
Eisini var hon í 1988 við til at stovna tann tiltikna kvinnulistan, sum hevur havt valdið í Vestmanna í nógv ár. Hon sat í bygdaráðnum frá 1988-92, tá hon tók seg úr kommunalpolitikki.
Spurd hvørji mál hon fer at arbeiða fyri lokalt í komandi valskeiði, sigur Heidi Petersen, at flokkurin ikki hevur lovað nakað gylt vallyfti í valstríðnum, men Fiskivinnuskúlin í Vestmanna er nakað, sum liggur henni á hjarta.
? Projekteringin fyri einum nýggjum skúla skal vera liðug í oktober, og hesum ætlanunum fer man at hava eitt vakið eyga við, sigur Heidi Petersen.
Tann breiða samgongan
Heidi Petersen hevur eitt ynski um eina breiða samgongu, sum so má vera ímillum Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin.
? Tað er ringt at siga, men ein breið samgonga hevði verið ynskiligt, men vit mugu ikki útiloka nakran møguleika sigur Heidi Petersen, sum samstundis vil takka øllum, ið stuðlaðu Tjóðveldisflokkinum og eisini teimum, ið góvu henni persónligan stuðul á valinum.
Annars er Heidi Petersen upprunaliga úr Kvívík, men hon hevur búð í Vestmanna í 20 ár. Hon fekk prógv á Føroya Læraraskúla í 1985 og hevur starvast sum lærari í Vestmanna. Hon er 44 ára gomul og er gift við Tummas Christophersen. Tey eiga fýra børn og tvey ommu- og abbabørn.