Mikudagin áðrenn Kristi himmalsferðardag vardi Heidi S. Hansen sína MSc serritgerð í lívfrøði, og er hon samstundis tann fyrsta, sum hevur fingið eina MSc í lívfrøði á Fróðskaparsetri Føroya.
Heidi hevur kannað grindaheilar, hon hevur greinað talið av heilakyknum við kanningarhátti, sum nevnist stereologi, og hetta er fyrstu ferð, at heilin hjá grindahvali er lýstur í vísindaligum høpi.
Kanningarnar eru gjørdar í samstarvi við heilagranskararnar, Bente Pakkenberg og Nina Eriksen á Bispebjerg Hospitali. Kannaðu grindaheilarnir vórðu fingnir til vega í grindini í Gøtu 28. mai 2011.
Høvuðsvegleiðari á Fróðskaparsetri Føroya var Svein-Ole Mikalsen, og Heidi hevur húsast á Umhvørvisstovuni, meðan hon skrivaði høvuðsuppgávuna, har Maria Dam hevur verið vegleiðari. Nils Øin, hvalagranskari á Havforskningsinstituttet í Bergen, var próvdómari.
Í samband við próvhoyringina, skipaði Náttúruvísindadeildin fyri gestafyrilestrum, har Bente Pakkenberg og Nils Øien greiddu frá parti av sínum granskingararbeiðið
Heitið á MSc ritgerðini er The cerebral cortex of the long-finned pilot whale, og í løtuni verður skrivað grein til altjóða tíðarrit, so at aðrir granskarar kunnu kunna seg um tey sera áhugaverdu úrslitini, sum Heidi hevur funnið fram til.