Norska countrysangarinnan Heidi Hauge vitjaði um vikuskiftið í Føroyum saman við ljómliði sínum.
Áhugin var stórur beinanvegin tað hoyrdist, at hon skuldi hava konsertir í Føroyum. Atgongumerkini vórðu seld í forsølu, sum sjáldan áður.
Countrybólkurin og Driv
Og tað vísti seg eisini, at føroyingar samdust um hesa countrydrotning. Í Havn leitaðu 1500 fólk sær í dans og á Tvøroyri eisini 800 ella 900 fólk.
Heidi Hauge var væl nøgd og sera væl fagnað. Fyrireikararnir siga, at hon hevði firvaldar í búkin áðrenn fyrstu framførsluna. Men Heidi Hage varð væl móttikin og bilsin var hon um góðu áhoyrarafjøldina, ið dansaði nógv og hugnaði sær óført. Og bardaga ella líknandi sást einki til.
Í Havn kom Countrybólkurin úr Klaksvík eisin á pall. Á Tvøroyri kom bólkurin Driv úr Havn á pall (nakrir av manningini eru suðuroyingar, blðm). Føroysku bólkarnir fingu eisini undanvind og sera gott skoðmál frá áhoyrarunum.
Kemur fegin aftur
Heidi Hauge er fegin um vitjanina í Føroyum. Hon hevur sagt seg vera áhugaða at koma aftur eina aðruferð, skuldi tað komið upp á tal.
Bert eitt var hon kedd av á ferðini. Hon hevði bert eini 100 fløgur við sær til Føroya, og tað var, sum vituligt er, alt ov lítið og var burtur eftir lítlari løtu. Men kemur hon aftur, so verður hetta mistak ikki at gjørt uppaftur.
Norska countrydrotningin fór sera væl nøgd av landinum og eftir gingu vælnøgdir fjepparar í hópatali, ið fingu eitt ógloymandi minni.