Skal ein trúgva vikublaðnum Se & Hør hevur hon avgjørt at gevast sum songkvinna, veit norska VG at siga.
- Eg havi ikki følt meg væl leingi, sigur hon, og leggur aftrat at hon hevur stríðst við »prestasjonsangst«.
Ætlanin er at leggja stilt á nýggjárinum, og ætlar Heidi, sum er mamma við fýra børnum, at arbeiða við menniskjum. Hóast hon bert er 40, verður hon omma í summar.
Heidi hevur selt plátur bæði til gull og platin, og hevur eisini verið væl umtókt uttanlands, millum annað í Føroyum.
Seinasta útgáva hennara var í fjør og bar heitið ?Some Broken Hearts?.










