FÓTBÓLTUR
Tey, sum fylgja við føroyskum kvinnufótbólti, munnu helst øll ásanna, at tað, sum Heidi Sevdal ikki dugir við einum bólti, er neyvan vert at duga við bóltinum. Hon hevur framúr góð evni at krússa, umframt at hon hevur eitt gott skot – enntá úr langari frástøðu, um so skal vera.
Hon hevur sínar røtur í NSÍ, umframt at hon hevur spælt við B36 okkurt árið, og í ár hevur verið partur av bronsuliðnum hjá Víkingi. Kappingina um at gerast ársins spælari í ár, vann hon í kapping við teir báðar bestu málskjúttarnar í landskappingini, sum báðir eru úr KÍ: Rannvá B. Andreasen og Sofíu Purkhús.
– Eg hevði ikki roknað við, at eg fór at gerast ársins spælari í ár. Gamaní, vunnu vit bronsu í Víkingi, men vit lorkaðu tað eitt sindur burtur í byrjanini, so KÍ og AB sluppu avstað. Men seinni tóku vit tað aftur, tá vit vunnu stig frá báðum teimum fremstu liðunum, segði Heidi Sevdal, sum ikki var til staðar í Bowlinghøllini í Havn í gjárkvøldið, tí hon er stødd í Berlin, har hon er á námsferð í sambandi við skúlagongd sína.
Tí gjørdist tað lítlasystirin, Ansy, ið tók ímóti steypinum vegna Heidi, ið somuleiðis var errin av lítlysystrini, ið vann heiðurin sum ársins stjørnuskot. Tann heiðurin hevur Heidi vunnið áður, umframt at hetta er annað árið á rað, at hon verður kosin ársins spælari hjá kvinnum.










