Felagið 62 Norður, sum er gamla Flogfelag Føroya, fær nú nýggjan einaeigara og samstundis verður tilsvarandi broyting í leiðsluni í 62 Norður.
Heidi Petersen og maðurin, Thomas Christoffersen, keyptu Flogfelag Føroya í 2007 saman við Kent L. Christensen og øðrum, og tá skifti felagið eisini navn til 62 Norður. Tey eru nú einasti eigari.
Kent L. Christensen, sum hevur verið stjóri og í stóran mun hevur myndað felagið úteftir, fer frá sum stjóri og selur somuleiðis sín part í felagnum.
Hoyrið samrøðu við Heidi Petersen, sum er nýggjur stóri í flogfelagnum 62Norður.









