Heidi er júst farin til Brasilia, har hon skal verða í eina viku á venjingarlegu saman við danska svimjilandsliðinum, áðrenn leiðin gongur til Argentina til HM.
Til hesa HM kappingina fer Heidi at leggja seg eftir at betra seg sjálva so nógv sum gjørligt. Hon hevur ikki tær heilt stóru vónirnar, tí hon hevur verið plágað av skaða í akslunum, umframt at hon hevur verið til tríggjar skurðviðgerðir í beinunum. Alt hetta hevur havt við sær, at hon noyddist at byrja at venja aftur heilt frá grundini. Tískil væntar hon ikki, at hon fer at gera nakað um seg á hesi kappingini.
- Forvæntningarnir til mín eru stórir, og eg eri sera bangin fyri, at eg ikki fari at kunna liva upp til teir. Men eg má undirstrika, at eg nústani eri við at koma fyri meg aftur og eri farin at venja hundrað prosent, so eg kann ikki annað enn leggja meg eftir at gera mítt besta. Og so er bert at vóna, at eg kann vera nøgd við mítt avrik, tá kappingin er av, sigur Heidi.
Tað var beint eftir EM kappingina í 2001, at Heidi fekk skaða í akslarnar. Skaðin var so mikið umfatandi, at hon mátti steðga við svimjingini eina tíð. Síðani bleiv hon løgd undir skurð vegna brekið í beinunum. Tað blivu so ikki til færri enn tríggjar skurðviðgerðir. Og so mátti hon byrja at venja av nýggjum aftur. Og tað er nakað, sum ikki er serliga hugaligt hjá einum ítróttarfólki, sum hevur verið so langt uppi, sum hon. Tað gekk sera spakuliga fyri seg, og Heidi sigur, at hon var líka við at missa mótið. Men so kom Monaco.
- Monaco gav mær eitt ordiligt spark, sigur hon.
Tá sá hon, at hon veruliga hevði víst nakað í svimjingini, og tað gav henni mót til at halda fram. So tá hon kom aftur úr Monaco í mei, byrjaði hon av álvara aftur at venja. Og nú gongur tað væl hjá henni.
- Eg eri komin fyri meg nú, men tað er sjálvandi langur vegur eftir enn upp til tað, sum eg hevði kunnað verið, um eg hevði kunnað hildið fram, har eg slepti eftir EM í 2001.
Venur í Havn
Heidi býr á Eiði. Hon venur í Havn saman við Havnar Svimjifelag. Tað hevur við sær, at hon koyrir í millum fimm dagar um vikuna at venja.
- Tað er strævið, men tá tú tímir, tað tú fæst við, so ber alt til. Men mítt lív snýr seg so at siga ikki um annað enn svimjing og skúla beint nú, greiðir hon frá.
Hon gleðir seg til komandi skúlaár, tí tá fer hon at ganga í skúla í Havn. Tá fer hon so at kunna verða við til fleiri venjingar ? eitt nú morgunvenjingarnar áðrenn skúlatíð.
Heidi er, sum sagt, nú á veg til HM í Argentina, men fyri framman liggja eisini aðrar kappingar, sum hon hevur sett sær høg mál til.
Í 2003 verður EM aftur og í 2004 Paralympic.
- Paralympic 2004 satsi eg uppá, sigur hon og leggur afturat, at hon fer ikki at hugsa so nógv um, hvat nummar hon blívir til hesa HM kappingina.
- Nú ræður tað meira um at betra mínar egnu tíðir, og at eg sjálv verði nøgd, men tá eg komi aftur, tá fari eg at venja til tær báðar næstu kappingarnar, sum verða í 2003 og 2004, sigur Heidi at enda.