Fremsti heiðurin, sum føroyskir fótbóltsspælarar kunnu fáa sum einstaklingar, er heiðurin sum ársins spælari.
Tær tríggjar, sum fingu flestar atkvøður í ár, vóru Rannvá Andreasen, Fríðrún Danielsen og Heidi Sevdal. Og av teimum trimum fekk Heidi flestar atkvøður.
Sjálv staðfesti Heidi, at hetta var ein stórur heiður at fáa, men hon visti ikki reiðiliga, hvør beinleiðis orsøkin til hetta var.
- Tað hevur ótrúliga nógv at siga. Hetta er toppurin av føroyskum fótbólti, og her heima verður tað ikki størri enn tað sama, segði Heidi, tá hon tók ímóti steypinum.