Seinasta vikuskiftið luttók Heidi Andreasen í British Open í Sheffield. Eiðisgentan fór ikki heilt tómhent heimaftur, tí hon vann samanlagt fýra heiðursmerki á ferðini í Onglandi.
Í kappingini 400 m frí vann Heidi silvurmerki við tíðini 5.39. Sum skilst á lagnum var hon ikki heilt nøgd við tíðina. Leygardagin kappaðist hon í 100 m frí og 100m firvald. Heidi setti persónligt í met í 100 m firvald, og vann bronsumerki.
Kappingina 100 m frí vann føroyski svimjarin gullmerki við tíðini 1.11.80. Sunnudagin var 50 m frí á skránni, og aftur hesaferð setti Heidi persónligt met í tíðini 0.32,79. Hon vann samstundis gullheiðursmerki fyri hetta avrik.
.