Heidi Andreasen nýggjan Peugeot 206

Fríggjadagin 14. mai fekk kendi gullvinnarin í svimjing, Heidi Andreasen av Eiði, ein nýggjan Peugeot 206 HDI frá P/F Meinhardt Arge. Saman við bilinum fekk hon eisini blómur frá bilasøluni

Hjá P/F Meinhardt Arge bleiv meira enn vanligt gjørt burturúr seinasta fríggjadag, tá Heidi Andreasen fekk ein nýggjan Peugeot 206 HDI.

Heidi býr í Havn, nú hon gongur á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, og svimur við Havnar Svimjifelag sjey ferðir um vikuna. Í løtuni venur hon til Paralympic leikirnar, sum verða í Athen í september.

Tá vit spurdu Heidi, hví hon hevur keypt sær ein dieselbil, sigur hon, at bilurin verður brúktur til at koyra við í skúla og til svimjing, og tá hon fer norður til Eiðis at vitja foreldrini. Hon kemur at koyra nógvar kilometrar, og ein dieselbilur í hesi støddini brennur ikki nógva olju.

Páll Danielsen, sølumaður hjá P/F Meinhardt Arge, sigur, at Heidi hevur verið við til at seta Føroyar á heimskortið við sínum góðu úrslitum í svimjing, og hon er eitt gott umboð fyri okkara land í altjóða høpi.Vit eru fegnir um at selja henni bilin, og tað vilja vit gjarna markera.