Heidi Andreasen boðin til Monaco

Heidi Andreasen er ein av fimm útvaldum ítróttarfólkum úr øllum heiminum, sum innstillað er til ársins ítróttarfólk við breki 2002. Valt verður í Monaco í mai mánaða

Viðurkenning


ÍSB svimjarin Heidi Andreasen av Eiði er rættiliga vorðin viðurkend úti í heimi, nú hon sum ein av bara fimm ítróttarfólkum við breki er innstillað til Laureus World Sports Award, sum latin verður í Monaco í mai í ár.
Hini ítróttarfólkini í bólkinum, sum Heidi er í, eru ein kanadiari, sum íðkar frælsan ítrótt, ein týskari sum stendur á skíðum, eins sveisari, sum súkklar og ein hollendsk genta, sum spælir tennis í rullustóli.
Av øðrum ítróttarfólkum eru at nevna tær heilt stóru kanónirnar sum Lance Armstrong (United States), Maurice Greene (United States), Michael Schumacher (Týskland), Ian Thorpe (Australia), og Tiger Woods (United States), sum sjálvandi luttaka í øðrum bólkum.
Millum kvinnuligu evnini eru nøvn sum Jennifer Capriati (United States) - Inge de Bruijn (Holland) - Stacy Dragila (United States) - Annika Sorenstam (Svøríki) - og Venus Williams (United States).
Sjálvt valið millum hesi fimm í bólkinum hjá Heidi verður avgjørt á stevnu í Monaco í døgunum 13. og 14. mai.
Seinnapartin mikudagin verður tíðindafundur, har meira verður at frætta um innstillingina.