Tá ið Tofta Regin ikki bjóðaði seg fram, so var talan um kapping millum tvey 8-mannafør á varmakeldustevnu í Fuglafirði.
Hóast tað bara vóru tveir luttakarar, so søgdu úrslitini undanfarnu ferðirnar í summar, at tað kundi verða heilt spennandi.
Heiðabáturin vann á norðoyastevnu, Argjabáturin vann á sundalagsstevnu, Heiðabáturin vann á fjarðastevnu, og Argjabáturin vann á jóansøku.
Allar fýra ferðirnar var tíðarmunurin eitt sekund ella minni enn so.
Heiðabáturin átti so at siga tørn at vinna í dag, og hann vann. Men tað, sum var heilt øðrvísi hesaferð sammett við undanfarnu ferðirnar var, at Heiðabáturin smurdi Agjabátin av. Heiðabáturin sprakk avstað, og munurin aftur til Argjabátin øktist stútt og støðugt til tvær bátslongdir og kanska meiri enn tað. Í endaspurtinum minkaði munurin nakað, men sigurin var so trivaligur sum knappar tvær bátslongdir.
| 1 | Heiðabáturin | 04:46.18 | ||
| 2 | Argjabáturin | 04:50.03 |
| 1 | Heiðabáturin | 33 | ||
| 2 | Argjabáturin | 32 | ||
| 3 | Tofta Regin | 20 |










