Heiðurstekin til føroyska postverkið

TAÐ eru helst fáir føroyingar, sum dagliga geva sær fær um, at ein av okkara størstu útflutningsvinnum er frímerki. Vit fáa jú aftur og aftur at vita, at vit hava bert eina vinnu, sum týðir nakað, og tað er fiski-vinnan. Síðani er tað so eisini hent, at alivinnan hevur tikið rættiligt dik á seg og so smátt er við at hála inn á fiskivinnuna.

MEN tað er ein sannroynd, at ein av okkara stóru útflutningsvinnum leingi hevur itið føroysk frímerki við arbeiðsgevaranum Postverk Føroya. Tað hevur verið gjørt eitt miðvíst og sera professionelt arbeiðir nú í mong ár at selja og marknaðarføra føroysk frímerki. At hesi hava fingið so góða undirtøku hevur so eisini nakað við - ella kanska alt - okkara fjarstøðu og okkara samleika at gera - at vit - hóast partur av danska ríkinum - eru ein lítil tjóð við egnum máli og mentan mitt úti í tí stóra Atlantshavi.


AT kunna brúka serstøku mentan og forvitnisligu fjarstøðu okkara í útflutningshøpi má sigast at vera so líkatil. Og tá hugsað verður um, hvussu stórur áhugi er fyri frímerkjum kring heimin, so er hetta ein so sjálvsøgd vinna.


OG tað sær eisini út til, at stóra og professinella arbeiðið hjá Frímerkjadeildini hevur borið ávøkstur. Júst í hesum døgum luttekur Frímerkjadeildin á stórari altjóða framsýning í Fraklandi, og nú um dagarnar varð so givið eitt sokallað redaktionelt heiðurstekin tvs. heiðurstekin fyri gott kunningartilfar og skynsamiligan útgávupolitikk. Í grundgevingini verður eisini sagt, at Postverk Føroya er ein góð fyrimynd fyri onnur postverk. Tað eru franskir blaðmenn, sum hava kosið vinnaran.


TAÐ var Svanbørg Manai, sum vegna Postverk Føroya tók ímóti heiðurstekinum á eini samkomu í framsýningarhølunum í París.


Í skrivi til pressuna sigur Postverk Føroya frá, at hetta heiðurstekin verður av Postverki Føroya mett sum ein sera týðandi viðurkenning av tí arbeiði, ið hevur verið gjørt á frímerkjaøkinum. Hesum skulu vit taka fult undir við og ynskja Postverkinum og teimum fólkum har starvast tillukku.


NETTUP tá tosað verður um at finna aðrar alternativar vinnur til fiskivinnuna, eru frímerkini eitt talandi dømi. Eingin ivi um at hetta átti at verið íblástur til at sett gongd á aðrar nýggjar vinnur eisini.