tíðindaskriv
Við bókarheitinum verður gjørt vart við, at navn og maður hóska saman. Eyðun hevur uppfunnið hugtakið fólksligt almenni í doktararitgerðini við sama heiti, og hann er heitur talsmaður fyri dansi og kvæðagranskari. Hann er fólkaminnisfrøðingur, mentafrøðingur, fjølmiðlafrøðingur, formaður í granskingarráðnum og tekur lut í almenna orðaskiftinum um bókmentir og mál, tónleik og samfelagsviðurskifti.
Harafturat kemur ein brennandi áhugi fyri, hvussu fólk bera seg at og skipa seg í framhaldi av samfelagsmentanini. Um hetta og mangt annað hava starvsfelagar víða hvar skrivað.
Greinirnar eru skipaðar í fimm partar. Í fyrsta parti, Fólksligt almenni, eru greinirnar avleiddar av doktararitgerðini hjá Eyðuni og viðgera metodu og arbeiðslag í fólkaminnisfrøði. Næsti partur er greinir um skaldskap av manna munni og innsavning undir yvirskriftini Kvæði og sagnir. Í triðja parti, Mentan og søga, eru greinirnar skiftar í tríggjar undirpartar. Í Trúgv og trúarviðurskifti viðgera greinirnar eitt nú kirkjuritual og bíbliumyndir. Undir Siðir og skikkir røkka evnini frá bókhaldi og hjúnavíglsu, og Land og skúli viðger topograf-iskar lýsingar av Føroyum, fólkaskúlan og hvussu eplini komu til Føroya.
Seinastu tveir partarnir eru Bókmentir og Mál. Har røkka evnini frá Vølsungasøgu og Ringinum hjá Wagner til jazz, Bob Dylan, postkolonialismu og týðing í bókmentasøguni. Málsligu greinirnar eru um gøtudanskt, um baðstovur og teldumál.
Ritstjórnað bókina hava Malan Marnersdótir, Jens Cramer og Anfinnur Johansen. Føroya Fróðskaparfelag gevur út, og bókin kostar 360 kr í bókabúðunum.