Heiðursorð til Bárð Jákupsson, listamann

Bárður Jákupsson hevur eina málninga/vatnlitssýning í Ribarhúsi hesar dagar

Ein vøkunátt í Ribarhúsi
Set teg niður í Ribarhúsi
og blunda eina vøkunátt.
Lat tín huga fara um skuggarendur -
taka um Lorvíksfjall, Tyrlarnar , Kamb
Gjógvaráfjall, Blábjørg
Hestin, Slætnafjall, Tjóðafellið, Brosmutúvuna
Húsafellið, Borgina og Eysturskarð.

Far við tínum hondum
og nem við andlitsbrøgd
í skarðlendi , torvum, flotkeldum
bergi, skorðum, steinamosa og
Eliasarkonu og í Ryskihjalla.

Hetta er títt skriftmál, Bárður Jákupsson.

Ja, tað er eitt undur,
at tú sært hetta
eina vøkunátt í Ribarhúsi.

Tað vætir undan tínum hondum
Í vatnlitsmyndum.
Vætan dreiv
úr Kirkjugjógv,
Botnsbrúgv, Gráubrúgv og Svartakletti.

Hetta inniliga strok
livir á veggum í Ribarhúsi
og neglir seg fast í huga og sál
sum skyggjandi stál
og morlittur mosagróður
um heygar, gil og vál.
-----
Frits