Heiðursmerkini tætt við

Føroyskir telvarar hava verið í Noregi um vikuskiftið og luttikið í NM fyri ung.

Føroysku telvararnir, sum hetta vikuskiftið hava verið í Noregi og luttikið í NM í talvi fyri ung, rukku ikki heilt tí, sum miðjað varð eftir. Føroyar fingu tilsamans 18 stig, sum er eitt vet minni enn seinasta ár, men hóast tað er føroyski venjarin, Helgi Dam Ziska, væl nøgdur við innsatsin.

- Í fleiri førum vunnu føroysku telvararnir ímóti telvarum, ið hava munandi meira rating, og í fleiri av talvunum vóru tað marginalar, ið koppaðu skeivan vegin. Havandi í huga, at flestu føroysku telvararnir eru rataðir lágt í mun til kappingarneytarnar, og í flestu førum eisini eru eitt ár yngri, so er tað ikki so galið, at vit hóast alt fáa 18 stig, sigur Helgi Dam Ziska.

Høgni Egilstoft Nielsen og Silas Eyðsteinsson, sum luttóku í elsta aldursbólkinum, vóru hálvt stig frá bronsuheiðursmerkinum, og eisini Luitjen Akselsson Apol, sum luttók í yngsta aldursbólkinum, var eitt hálvt stig frá heiðursmerkjaplássi. Helgi Dam Ziska leggur aftrat, at eisini Jón í Horni Nielsen og Benjamin Reinert Fjallheim stóðu seg betur enn væntað.

 

Á myndini omanfyri eru:

 

Aftast frá vinstru: Suni í Horni Nielsen, Janus Skaale, Kaj Olsen, Høgni Egilstoft Nielsen, Silas Eyðsteinsson, Leif Reinert Fjallheim og Helgi Dam Ziska.
Fremst frá vinstru: Jón í Horni Nielsen, Luitjen Akselsson Apol, Benjamin Reinert Fjallheim og Elias Petersen.