Hóðast tað at ongin kastari megnaði at vinna sær heiðursmerki, so vóru nøkur góð úrslit at vísa, ið ger at framtíðin sær ljós út innan hesa greinina. Tað hevur verið arbeitt miðvíst fram móti hesum oyggjaleikum hjá kastarunum, og úrslitið var, at Randi Kúrberg setti tvey føroysk met, og Rógvi Højgaard kastaði út mótið tí føroyska metinum, tó var hann óheppin við at kasta beint uttanfyri. Hesi eru tveir av fimm kastarum, sum hava vant, og venja miðvísta fram móti oyggjaleikunum á Rhodos í 2007 har málið er heiðursmerki til øll.
Hátturin sum arbeitt verður við er, at tað longu nú verða mál sett fyri hvat í náðast skal innan øll elementini, sum eru partur av einum góðum kasti. Hesi elementini umfata:
góðan teknik, soleiðis at ein fær sum mest burturúr tí man hevur at arbeiða við.
kvikleika, sum er sera týdningarmikið fyri ein kastara.
Styrki, sum er eitt týdningarmikið element, men til onga nyttu um ein ikki hevur teknik og kvikleika.
Teknikkur verður vandur við, at ein um veturin býtur kastini sundur í deil-rørslur, ið verða vandar hvør sær, fyri síðan at seta tær saman aftur til eitt heilt kast tá kappingarárið nærkast. Tað er í hesum partinum av venjingini, at tørvur er á íblástri uttanífrá, antin við at fáa venjara til Føroyar at leggja lag á, ella at fara uttanlanda at venja hjá einum venjara í eitt tíðarskeið.
Kvikleikin verður vandur við at gera ymsar kvikar rørslur so sum lop og stuttar spurtir. Hetta verður vant alt árið, tó so at tað eru fleir lop og longri spurtir um veturin enn um summari tá kappingar eru á skránni.
Styrkin kemur fyri tað mesta av at lyfta vektir. Tá í ein lyftir vektir er tað tó tydningarmikið at ein hugsar um hvussu ein lyftir vektirnar, tvs hvørji lyft verða gjørd nær, hvussu ofta og hvussu nógv tons ein eigur at lyfta um vikuna og hvussu hetta broytist gjøgnum árið.
Ein skipað skrá er longu gjørd fyri hesa venjing fyri komandi tvey árðini. Eftir er so bert at gera deil-skráir, sum passa inn í tað yvirornaðu skránna, soleiðis at alt gongur upp í eina hægri eind, tá í farið verður til Rhodos í 2007.
Mynd: Randi Kúrberg vísti við tveimum føroyskum metum í Hetlandi, at miðvís venjing gevur góð úrslit Mynd: Jens Kr.