Heiðursmerki á skeivum teinum

Anna Karina Ottosen svam, súkklaði og rann seg til bronsu heiðursmerki á Oyggjaleikunum. Harumframt fekk kvinnuliðið silvur. Okkurt bendir tó á, at hesi úrslit eru fingin á skeivum teinum

TRIATLON

 

Fyrst og fremst var tað ein ógvuliga fegin Anna Karina Ottosen, sum eftir tveir tímar og 21 minuttir kom á mál, eftir at hon hevði luttikið í triatlon á oyggjaleikunum á Rhodos.

– Nú eri eg øgiliga glað, segði hon, meðan hon rindaði møðina í hitanum á Rhodos. Anna Karina Ottosen var tó ikki móðari enn so, at hon hevði yvirskot at práta við bæði fjølmiðlar, liðfelagar og kappingarneytar.

– Nei, man er væl í form, helt hon skemtandi fyri, tá hon varð spurd um, hvar henda orkan kom frá.

Tilsamans hevði hon, eins og allir hinir íðkararnir ið komu á mál, svomið 1500 metrar, súkklað 40 kilometrar og runnið 10 kilometrar.

 

3, 4 og 5

Anna Karina var tann fyrsta føroyska kvinnan, sum kom á mál. Henni á baki kom Súsanna Skylv Sørensen og síðani Joan Bláfoss. Hetta merkir, at umframt bronsu í einstaklingakappingini, so fingu Føroyar eisini silvur í liðkappingini við tíðini 4 tímar, 42 minuttir og 24 sekund. Eitt sera gott og flott úrslit frá føroysku kvinnunum.

Hjá monnunum var tað rættiliga langt frá heiðursmerkjaplássum. Teir kunnu tó saktans vera ernir av sínum úrslitum. Fyrstur á mál var Guðmundur Nielsen við tíðini tveir tímar og 13 minuttir, og tað rakk til eitt 16. pláss. Næsti maðurin kom á mál tveir minuttir seinni, og var tað Andrass Joensen sum fekk eitt 23. pláss. Tvey pláss aftanfyri hann var Áslakkur Nesá við tíðini 2.17,45. Samlaða úrslitið hjá monnum rakk til eitt fimm pláss.

 

Skeivir teinar

Men nógv bendir á, at góðu úrslitið eru vunnin á skeivum grundarlag. Skeivum grundarlag skilt á tann hátt, at teinarnir, sum kappast var á, ikki vóru heilt rættir. Hetta vita triatloníðkararnir tó ikki við fullari vissu, men nógv bendir á at so er.

Í hvussu so er um metast skal út frá tíðunum hjá einstøku íðkarunum. Eitt nú brúkti Guðmundur Nielsen 22 minuttir um at svimja teir 1500 metrarnar, meðan hann vanliga klárar teinin undir 20 minuttir, og Joan Bláfoss svam til 28 minuttir, har hon vanliga svimur til umleið 24 minuttir. Eisini Súsanna Skylv Sørensen og Ottar í Hjøllum brúkti ov langa tíð um teinin.

Í renningini bendir alt á, at teinurin var ov stuttur. Til dømis rann Joan Bláfoss teir tíggju kilometrarnar til tíðina 35,54, har hon vanliga brúkar umleið 37 minuttir um teinin. Í súkklingini sær tó út til, at teinurin var á góðari leið.