Mánadagin 13. august 2012 varð skipað fyri móttøku í býráðshøllini í Klaksvík fyri Martini Johannessen. Fyrr í summar vann Martin gull í 60 m og bronsuheiðurspláss í 100 m RaceRunner-kappingini 2012.
Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri helt røðu fyri Martini og handaði honum blómur, eina bók og gávukort frá Sportmaster.
Torkil Mørkøre helt røðu vegna ÍSB og handaði blómur. Torkil vísti á, at tað, hóast skerdan førleika, bar til at vera við á høgum støði - eisini í kappingum í øðrum londum, har Martin í hesum føri hevði verið ein fyrimynd.
Johild Johannesen, fastir Martin, tók eisini orðið og rósti Martini fyri ágrítni og sera góðan vilja at náa teimum málum, hann hevði sett sær, og bóru úrslitini, hann kundi vísa fram í dag, boð, um at so var.
Somuleiðis tók pápi Martin, Ólavur orðið, takkaði soninum fyri hansara jaliga sinni og skilagóða treiskni at vinna sær sjálvum og øllum, sum vóru komin saman í dag, heiður við góðu úrslitunum, Martin hevði bart seg til - eisini við góðum stuðli og ráðgeving frá venjaranum, Magnus Paula Glerfoss.
Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri, helt røðu og segði millum annað:
-Tað er altíð hugaligt at kunna heiðra sterk og skjót ítróttarfólk, ið vinna býi okkara fremstu heiðursmerki.
-Í fjør var fyrstu ferð, at Martin Johannessen var við í RaceRunner kappingini, og gjørdist tað tá til eitt gull-heiðursmerki í bólkinum RR1 á 60 metrar teininum. Hetta er tann lægsti bólkurin av trimum bólkum, og við tíðini 00.25,27 sek. gjørdist hann klári vinnarin.
- Í ár gjørdist støðan ein heilt onnur. Hesaferð varð Martin fluttur upp í hægri bólk - í bólki RR2. Ein nógv torførari bólkur, men uttan mun til mótstøðuna, so gjørdi Martin bart, og tók meiri enn 4 sekund av sínari gomlu tíð. Ein fantastiskur vilji!
Harafturat skal eisini sigast, at Martin hevði eisini stóra framgongd á bæði 100 metrar og 200 metrar teininum. Tíðina á 100 metrar teininum betraði hann um við knapt 12 sekundum og gjørdist hetta til eitt bronsuheiðursmerki. Á 200 metrar teininum skavaði hann knapt 15 sekund av gamla metinum, men akkurát ikki til eitt heiðurmerki, men eitt flott fjórða pláss.
- Tá ið Martin júst hevði vunnið, legði eg merki til, at hann dagførdi sín facebook profil. Hann skrivaði nakað soleiðis í andlitsbókini:
Bleiv fluttur uppí RR2 klassan hesaferð, so mótstøðan var nógv harðari hesaferð enn í fjør, men eg kempaði sum eitt svakt, og fekk Gull á 60 m og bronsu á 100 metrum :) Allar tíðirnar eg hevði í ár vóru nýggj persónlig met :) So eg sigi bara YES!!! SAKIN!!
- Aftanfyri so góð úrslit, liggja nógvir tímar við íðkan.
- Til seinast, vil eg vegna Klaksvíkar Kommunu, enn einaferð ynskja Martin Johannessen hjartaliga til lukku við sigrinum: Gull í 60 m og bronsuheiðurs-plássinum í 100 m í RaceRunner kappingini 2012, segði Kógvan Skorheim millum annað í røðu síni.