Kappróður
Róðrarfelagið Knørrur skipaði klokkan 18 í kvøld fyri hugnaløtu uttanfyri neystið við Skálatrøð. Hornorkestur spældi og politikarar og onnur fóru á røðarapallin.
Katrin Olsen er orsøk til løtuna. Barndómsfelag hennara vildi á henda hátt heiðra henni, nú hon hevur verið við til at vinna silvur í HM róðri fyri dupultfýrara. Katrin lesur í Danmark, men hevur traðkað sínar róðrarligu barnaskógvar í Knørraneystinum.
Røðarar fegnaðust um avrikini, ið Katrin hevur avrikað. Hon hevur eisini verið við til at vinna Danmarksmeistaraheitið, og røðarar handaðu henni blómur og gávur.
Røðarar vóru Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, Jógvan Arge, Tórshavnar Býráð, Jan Herman Hansen, RSF og Jennet D. Jacobsen, forkvinna í Róðrarfelagnum Knørri.
Fitt av fólki var komið saman at heiðra Katrini Olsen og løtan gjørdist sera hugnalig í neystatúninum. Horntónleikur setti dám á og handan røðarapallin kom sluppin Westward Ho at bryggju, meðan sólin sendi dagsins seinastu geislar yvir Havnarvág.










