Heiðursløn til verðurlagsaktivistar

Verðurlagsaktivisturin Greta Thunberg og øll rørslan “Fridays for Future” fekk mánadagin handað ársins Ambassador of Conscience Award frá Amnesty International.

Á hvørjum ári verður henda heiðursløn givin einum ella fleiri, sum hava gingið á odda í stíðrnum at verja og fremja mannarættindi.

– Øll hesi menniskju krevja, at vit øll taka verðurlagsbroytingar í álvara. Tey minna okkum øll á, at vit hava størri ávirkan og vald enn vit geva okkum far um, og at vit øll eiga at taka lut í stríðnum at steðga veðurlagsbroytingum og verja mannarættindi hjá núverandi og komandi ættarliðum, segði Kumi Naidoo altjóða aðalskrivari hjá Amnesty International.

Í kvøld kl 19.00 bjóðar Amnesty Ung oman í Reinsaríið, har tey fara at heiðra veðurlagsverkføllunum í Føroyum og at bjóða mat frá Vistgrøði.

– Komið øll við – hesin heiður er til øll tykkum, sum á onkran hátt hava verið partur av veðurlagsverkføllunum.

– Og komið øll tit, sum ynskja at heiðra hesum veðurlagshetjum, skrivar Amnesty International Føroya Deild.