Kinesisku myndugleikarnir eru í øðini um, at norska Nobel-nevndin gjørdi av at lata kinesiska andstøðinginum Liu Xiaobo ársins friðarheiðursløn. Kinesararnir meta hann sum brotsmann og vísa á, at hann hevur fingið 11 ára fongsul fyri at bróta landsins lógir.
Nú vænta fleiri serfrøðingar, at avgerðin hjá Nobel-nevndini kann hava við sær, at Kina sleppur samráðingunum um eina fríhandilsavtalu við Noreg. Hendir tað, fer tað at kosta Noregi umleið 350 milliónir krónur um árið, skrivar blaðið VG.
Ein fríhandilsavtala við Kina hevði millum annað komið norsku alivinnuni væl við, tí sambært Trond Giske, vinnumálaráðharra hevði avtalan gjørt, at tollurin á laksi til Kina hevði minkað úr 10 og í tvey prosent.
Japan jevur leingi verið tað landið í Asia, sum keypir mest av fiski úr Noregi, men roknað varð við, at Kina fór at keypa mest í ár.