Nú skjótt 30 ár síðani hann fór úr Føroyum, vitjar eldhugaði bretski tónleikarin Hugh Watkins aftur. Uttan iva vekir vitjanin minnir hjá mongum, sum nú eisini fáa høvi at heiðra ensku hornhetjuna.
Vakti áhuga
Hugh Watkins kom seinast í 70'unum til eitt 3 mánaðar vikariat í Klaksvík at taka sær av Klaksvíkar Hornorkestri, tí orkesturleiðari teirra var burturstaddur hettar tíðarskeiðið.
Tá summarið kom og teir 3 mánaðarnir vóru farnir, flutti Hugh til Havnar.
Hann tók upp samband við Tórshavnar Kommunuskúla og Eysturskúlan og bjóðaði seg fram at undirvísa í blásiljóðførum. Hann vakti skjótt tónleikaáhugan hjá børnunum, og skjótt vóru skúlaorkestur á báðum skúlunum. Fleiri av teimum sum byrjaðu at spæla hjá Hugh Watkins spæla enn, bæði sum yrkistónleikarar og áhugatónleikarar, fleiri starvast eisini í dag sum tónleikalærarar í Føroya Musikkskúla.
Umframt at arbeiða í skúlum hevði hann eisini virknan leiklut í orkestrunum í býnum, Harmoniorkstrinum GHM og Havnar Hornorkestri. Har arbeiddi hann serliga við at fáa ungdóms orkestur settan á stovn, so tilgongdin til vaksnu orkestrini skuldi verða so góð sum gjørligt. Seinni fór hann leiðina til Suðuroyar og var við til at stovnað Tvøroyrar Hornorkestur í 1978.
Týdning fyri tónleikalívið
Hugh Watkins var sera ágrýtin tónleikalærari, hann undirvísti í øllum blásiljóðførum og fekk eina rúgva av børnum og ungum at spæla. Hettar sást eisini aftur í orkestrunum, tí tey mentu seg nógv og talið av spælararum øktist munandi.
Seinast í 70’ unum var eingin skipað tónleikafrálæra, so tað hevði stóran týdning fyri tónleikalívið at ein maður við dirvi og orku sum fáur, fór í gongd við hettar arbeiðið.
Enn tann dag í dag eru nógv fólk í Føroyum sum minnast henda gávuríka og ídna mannin, og er tað tí sera forvitnisligt hjá mongum at fáa vitjan av honum, nú skjótt 30 ár eftir at hann fór úr Føroyum.
Í sambandi við vitjanina verður heiðurskonsert fyri Hugh Watkins hósdagin 7.mai kl. 20:00 í Læraraskúlahøllini.