Landsstýrið fer nú á hvørjum ári at lata eina heiðurgáva til okkurt, sum skarar fram úr í okkara eldrarøkt.
Tað kann verða okkurt serliga gott átak, tað kann vera onkur, sum veitir eina serliga góða tænastu, ella tað kann verða eitt serliga gott heim, ella dagtilhald, ella okkurt sovorðið.
Hetta sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, í kvøld.
Hon heldur ikki, at tey góðu átøkini í eldrarøktini fáa tann heiður tey hava uppiborið.
- Viðurkenning fyri eitt gott arbeiði kann bæði vera eggjandi fyri tey starvsfólk, sum standa aftanfyri eitt ávíst átak ella eina tænastu, men eisini vera ein íblástur fyri onnur, sum starvast á eldraøkinum.
- Vit eiga ikki at vera bangin fyri at geva teimum eitt herðaklapp, sum hava tað uppiborið.
Landsstýriskvinnan sigur, at við at heiðra átøkum, har tað onkursvegna verður brotið upp úr nýggjum innan tænastuna, kunnu vit skapa fyrimyndir og í størri mun læra av góðu dømunum, sum vit longu í dag hava á eldraøkinum.
- Hetta kann vónandi eisini føra við sær, at vit frameftir fara at síggja uppaftur fleiri nýskapandi loysnir innan tænastuna.
Hon heldur harafturat, at ein tílík heiðursgáva kann skapa positivari orðaskifti í almenna kjakinum um eldrarøktina.
Fyrsta heiðursgávan verður latin síðst í árinum, og tað verður ein óheftur bólkur av fakfólki, sum letur landsstýriskvinnuni í almannamálum uppskot til hvør eigur at fáa heiðurin.