Seinast vikuskiftið fekk Bindifestivalurin í Fuglafirði heiðursbræv frá Ferðavinnufelaganum og øðrum aktørum í ferðavinnuni fyri at vera "Nýskapan í ferðavinnuni.
Í grundgevingunum til heiðursbrævið verður sagt soleiðis:
"Siðbundin føroysk mentan verður samskipað á øðrvísi hátt og fær eitt nýtt úttrykk, ið dregur onnur við sama áhuga til Føroya. Dyrnar verða latnar upp í vanligum føroyskum heimum fyri øllum, sum hava áhuga í hesum handverki. Hetta er nýhugsan og gevur ferðafólkum eina sanna og autentiska ferðauppliving, sum ikki kann fáast aðrastaðni. Ongantíð áður hevur verið skipað fyri tílíkum tiltaki í Føroyum, og er hetta er nýskapan í føroysku ferðavinnuni…"
Lagt verður aftrat, at "… tað er langt frá tanka og til at fáa tað ført út í livið, men fuglfirðingar tóku hetta til sín og tí læt tað seg gera…"
- Vit takka øllum stuðlum og fuglfirðingum, sum viðvirkaðu á ymsan hátt, siga tey, sum standa aftan fyri Bindifestivalin í Fuglafirði.