Heiðurligt í Klaksvík og skrædl í Havn

Seinnapartin í dag byrjaði NM-kappingin fyri U17 lið í fótbólti, har bæði føroyska U-17 og U-19 landsliðini taka lut. Norðuri í Klaksvík var føroyska U17 landsliðið leingi væl við í dystinum ímóti Onglandi, tað var ikki fyrrenn 10 minuttir restaðu av vanligu leiktíðini, at Ongland legði seg á odda 1-0 við brotssparki. Beint áðrenn enska málið hevði føroyska liðið ein risamøguleika, sum onglendingar ruddaðu burtur á málstrikuni.

Heilt ímóti dystarenda fekk Ongland eitt mál aftrat.

 

Ólíka verri gekk hjá føroyska U19 landsliðnum, sum fekk eina ringa byrjan ímóti tí danska U17 landsliðnum. Longu tá 11 minuttir vóru farnir var Danmark á odda 2-0. Føroyska liðið fekk tett lekarnar betur tað sum eftir var av fyrra hálvleiki, men megnaði ikki at skapa tað heilt stóra frameftir. Tíðliga í seinna hálvleiki hevði Rasmus Dan Sørensen ein góðan møguleika, sum tíverri fór uppum tað danska málið. Eftir hetta ressaðust danir aftur og fingu trý mál aftrat.

 

Úrslit og støður :

 

Bólkur A :

 

FøroyarU17 - Ongland 0-2 (0-0)

Noreg - Finnland 2-2 (1-0)

 

Ongland 1 2-0 3 stig

Finnland 1 2-2 1 stig

Noreg 1 2-2 1 stig

FøroyarU17 1 0-2 0 stig

 

Í morgin spæla Ongland og Finnland klokkan 15, og FøroyarU17 og Noreg spæla klokkan 18. Báðir dystirnir verða á ovara vølli í Havn.

 

 

Bólkur B :

 

FøroyarU19 - Danmark 0-5 (0-2)

Ísland - Svøríki 1-2 (1-1)

 

Danmark 1 5-0 3 stig

Svøríki 1 2-1 3 stig

Ísland 1 1-2 0 stig

FøroyarU19 0-5 0 stig

 

Í morgin spæla Svøríki og Danmark við Margáir í Streymnesi. Dysturin byrjar klokkan 15. FøroyarU19 og Ísland spæla á Svangaskarði á Toftum. Tann dysturin byrjar klokkan 18.