Eivør lat í fjør fløgu av hondum, sum fekk ómetaliga góða móttøku. Millum annað vann hon tríggjar Planet Awards sum Ársins songkvinna, Ársins einstaklingur og fyri Ársins útgávu »Room«.
Ein av sangunum á fløguni er »True Love« og hesin er í dag komin út sum sjónbandalag. Tað er Heiðrik á Heygum, sum hevur gjørt sjónbandalagið. Heiðrik á Heygum hevur áður fingið nógv rós fyri sínar framleiðslur. Eitt nú hevur sjónbandalagið »Aldan Reyð« hjá Orka fingið altjóða viðurkenning frá vimeo.com, umframt at hann við eitt nú sjónbandalagnum »Brace Myself« hjá Sakaris og øðrum sjónbandaløgum til egnar sangir hevur víst, hvussu víða hann spennir.
Heiðrik hevur eisini gjørt fleiri stuttfilmar, sum hava verið væl móttiknir, og við sjónbandalagnum »True Love« hjá Eivør prógvar hann enn einaferð sítt virði.
Sí sjónbandalagið niðanfyri.
Mynd: Stillmynd úr sjónbandalagnum »True Love«