Tað var tætt og intenst, og harvið var tað ógvuliga spennandi í FM í talvi fyri einstaklingar í fyrsta bólki, sum er næstbestu bólkurin hjá teimum vaksnu.
Tríggir telvarar vóru greitt betri enn hinir sjey. Teir vóru Heiðrikur T. Jacobsen, Esbern Christiansen og Sigurd B. Justinussen.
Heiðrikur T. Jacobsen og Esbern Christiansen vunnu báðir 7 stig, meðan Sigurd B. Justinussen vann 6 ½ stig.
Í øðrum umfari vann Heiðrikur T. Jacobsen á Esberni Christiansen.
Endastøðan: Heiðrikur T. Jacobsen og Esbern Christiansen 7 stig, Sigurd B. Justinussen 6 ½ stig, Alfred Olsen 5 stig, Margar M. Berg og Rógvi Mortensen 4 ½ stig, Helgi Joensen og Brandur Højgaard 3 ½ stig, Jónfinn Thomsen 3 stig og Hjalti Petersen ½ stig.