Heiðraður og skotin tvær vikur seinni

Fyri tveimum vikum síðan varð hann heiðraður - og í gjár, tá hann frívilliga arbeiddi jólaaftan, varð hann skotin.

Talan er um sløkkiliðsmannin, Michael Chiapperini, sum varð kosin Ársins Sløkkiliðsmaður í Webster fyri sítt hjálpararbeiði, tá ódnin Sandy gjørdi feigdina um seg.

Tað var 62 ára gamli, William Spengler, ið skeyt móti fleiri sløkkiliðsmonnum, sum jólaaftan vóru í holt við at sløkkja ein eld í Rochester, nær New York.

Løgreglan heldur, at Spengler, sum áður hevur sitið 17 ár í fongsli fyri at hava dripið ommu sína, sjálvur setti eld í húsini fyri at lokka sløkkiliðsmenninar á staðið.

Sløkkiliðsmaðurin, Tomasz Kaczowka, sum eisini var á liðnum, varð skotin og dripin. Tveir aðrir sløkkiliðsmenn eru álvarsliga skaddir, umframt ein løgreglumaður, sum av tilvild var í økinum.

Báðir, sum hetta kvøldið lótu lív, meðan teir vóru til arbeiðis, arbeiddu frívilliga. Michael Chiapperini hevði annars arbeitt fyri sløkkiliðið í Webster í 20 ár. Hann var giftur, og tey áttu trý børn.

Løgreglan veit ikki at siga, hví William Spengler byrjaði at skjóta eftir monnunum, men løgregluovastin, Gerald Pickering, sigur, at Spengler sjálvur setti eld í hús síni fyri at lokka sløkkiliðsmenninar á staðið. Tá teir fyrstu komu á staðið, lá Spengler uttandura og klárur at skjóta.

Tá William Spengler hevði skotið síni skot, skeyt hann eisini seg sjálvan.