Seinasta útgávan, sum Shubidua stóð fyri, var ein fløga, sum byggir á ævintýrini hjá H.C. Andersen. Hetta var partur av stóra hátíðarhaldinum kring stóra skaldið, sum í fjør hevði fylt 200, var hann framvegis á lívi.
Serstakliga regnaðu rósurnar frá ummælarunum, tá tosið fall á gentuna við svávulpinnunum, sum er ein av sangunum á fløguni.
At bólkurin soleiðis var við til at mynda hátíðarhaldið av tjóðarskaldinum sigur helst nakað um, at teir eisini eru tjóðarogn, men fyri tað hava teir so ongan hug at steðga.
- Vit hava skrivað nakrar sangir til eina nýggja útgávu, so tað ber til at siga, at okkara 19. fløga er á veg. Vit eru tó komnir í ein aldur, har vit ikki leggja okkum sjálvar undir tíðartrýst, so fløgan kemur, tá ið tónleikurin er klárur, sigur Michel Bundesen.
Nær nýggja fløgan kemur á marknaðin, veit hann ikki, men tað verður helst eina ferð í 2007, metir hann










