Heiðraðu vakrastu blettum í Vági

Eitt átak í menningarætlan fyri Vág, er málsetningurin um, at Vágur er reinasta bygd innan fá ár. Ruddingardagur hevur verið og býráð og arbeiðsbólkur hava nú heiðrað best røktu ogn og best røkta urtagarði

Skaldið NePtuN sigur í síni kvøðu til heimbygdina, at Vágur er millum fagrastu blettir hann kennir. Og nú hava vágbingar heiðrað teimum, ið verða mett at eiga vakrastu og best røktu blettirnar í Vági.
Ein partur av Menningarætlanini fyri Vág er, at Vágur skal gerast reinasta bygd inna ávíst áramál.
At rudda, fríðka og halda bygdina reina fekk dygga undirtøku millum manna. Ein bólkur av sjálvbodnum tók við og fór at fyrireika ymiks tiltøk undir slagorðinum "Stór og smá, fríðkið Vág", sum NePtuN eisini setti saman.
Eitt var ein ruddingardagur fyri eini 14 døgum síðani og í sama viðfangi var skipað so fyri, at vágbingar kundu atkvøða um, hvør ogn og hvør urtagarður vóru vakrast og best røkt. Seðil kom í hvørt hús og kundi latast inn á Suðuroyar Heimavirki og tá samkoma var í Framtíðini í samband við at ruddingardagurin byrjaði. Nógv greiddu atkvøðu og uppskotini vóru mong.
Ruddingardagurin spældi væl av og nú er greitt, hvør gjørdist vinnari og hvør sostatt hevur best røktu ogn og hvør hevur best røkta urtagarð.
Mourits og Atlanta
Úrslitið av atkvøðugreiðsluni millum vágbingar u, hvør urtagarður er vakrast og best røktur, og somuleiðis hvør ogn er best røkt, gjørdist hetta:
Vakrasta og best røkta urtagarð hevur Atlanta Petersen og best røktu ognina hevur Mourits Joensen.
Mánadagin fóru Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri, og Eileen Michelsen frá fyrireikingarbólkinum at vitja Atlantu og Mourits. Hesi vistu av ongum og gjørdust fegin um heiðurin, tá Kirstin og Eileen komu við heiðursbrøvum og blómum.
Leiðin gekk somuleiðis til Niels Petur Nolsøe, ið stendur handan skaldanavnið NePtuN. Hann fekk heilsan og blómur fyri samansetingina "Stór og smá, fríðkið Vág". Undir hesum orðum verður hildið fram at fríðka Vág, so vónin um reinastu bygd kann røkkast.