Heiðraðu Max og Firvald

Hátíðarløta var í býráðssalinum á Tvøroyri í gjár. Gentumanningin á Firvaldi í barnaróðri og Max Rasmussen, vórðu heiðraði fyri flottu úrslitini, tey rukku í ár.

 

Firvaldur hevur verið einaráðandi í barnaróðrinum hjá gentum í ár.

- Við kønari hjálp frá foreldrunum, har ímillum fleiri vandir rógvarar teljast, eydnaðist tað innan stutta tíð at skapa eina vinnandi manning. Við miðvísari venjing og ágrýtni megnaðu Bjarta, Rannvá, Ingrid, Julia, Petra, Hjørdis og Barbara at vinna alt tær luttóku í. Øll ódnartøk og hvør einasta stevna varð vunnin – av sonnum eitt bragd, skrivar Tvøroyrar kommuna á Facebook-vanga sínum.

 

Max Rasmussen er kanska best kendur í heimbygdini sum fryntliga starvsfólkið í Colorama á Tvøroyri, men hann øll vita ikki, at Max skarar framúr í biljard. Hann hevur verið partur av Tvøroyrar Biljardfelag í mong ár, men føroyameistaraheitið hevur hann bert vunnið einaferð áður og tað var heilt afturi í 2001. Tað var ein ikki sørt ovfarin Max, ið kundi hevja armarnir í loft, eftir at hava vunnið finaluna í Tvøroyrar Klubba, í mai í ár.

 

Á samkomuni í býráðssalinum í gjár segði forkvinnan í mentanarnevnd Tvøroyrar Býráðs, Súsanna Bertholdsen, nøkur orð, har hugleitt varð bæði um kappróður og biljard. Hon handaði eisini vinnarunum blómu og gávu.

 

Fleiri myndir eru at síggja á Facebookvanganum hjá Tvøroyrar kommunu.