Róður
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
Týsdagin var móttøka umborð á Westward Ho við Høgukei í Havn, tá bretarnir Patrick Winterton, 47, og Mick Berwick, 52, komu til Havnar. Fríggjadagin undan høvdu teir tikið land í Suðuroy.
Borgarstjórin Heðin Mortensen tók ímóti og Jógvan Arge, formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs, helt forvitnisliga talu á enskum umborð á sluppini, sum báðir bretarnir sýndu stóran áhuga.
Formaðurin í havnarnevndini Jákup Símun Simonsen, forkvinnan í teknisku nevnd Marin Katrina Frýdal, Levi Mørk býráðslimur og fleiri føroyskir kajakkrógvarar vóru eisini møtt til hugnaligu móttøkuna.
Hittu annan atlantsfarara
Serliga fegnir vóru bretsku rógvararnir at hitta Trónd Patursson, sum fyri 30 árum síðani sigldi við Tim Severin í húðabátinum Sankta Brendan, hiðani og til Vínlands.
Umborð á Westward Ho varð borðreitt við føroyskum mati, meðan Regin Jacobsen spældi sjómannasangir á harmoniku.
Eftir forvitnisligu taluna hjá Jógvani Arge vórðu gávur handaðar og rópt varð hurrá fyri bretska avrikinum at rógva í kajakk úr Stornoway til Føroya í 74 tímar.
Bretarnir Patrick og Mick hava vant á Themsenánni í London og á kanalum í Birmingham. Endamálið við ferðini higar er at savna pening til bretska bjargingarfelagið RNLI, sum á sjálvbodnum støði avgreiðir fleiri enn 20 bjargingar á sjónum um dagin.










