Á Føroya Sjómannadegi nýtti nevndin aftanfyri dagin høvi at heiða skiparan á Brimli gjøgnum mong ár, Jákup Müller, búsitandi í Saltangará, fyri hansara stuðul í sambandi við tiltakið í Klaksvík.
Jákup Müller fekk eitt sera vakurt blómutyssi, og tað var Birgir W. Høgnesen hjá Rás2, sum í hesi løtu var á staðnum og tók myndina.
Túrurin hjá Brimli í Klaksvík á Føroya Sjómannadegi var samstundis hin seinasti hjá Jákupi Müller, skipara, sum nú gevst at sigla fyri Fiskiveiðieftirlitið - eftir trúgva tænastu í mong ár.