Heiðraðu deyða liðskiparan

Fiorentina spældi í dag fyrsta dystin uttan liðskiparan, Davide Astori.

Fiorentina spældi í dag fyrsta dystin síðani liðskiparin, Davide Astori, brádliga doyði av blóðtøppi í hjartanum síðsta sunnudag. Hann fór til gravar hósdagin úr kirkjuni Basilica di Santa Croce í Firenze.


Les eisini: Hava funnið deyðsorsøkina


Liðfelagarnir heiðraðu deyða liðskiparan, tá ið Fiorentina í dag vann 1-0 ímóti Benevento. Tá ið 13 minuttir vóru spældir, steðgaði leikurin, og leikarar, áskoðarar, dómarar og øll onnur klappaðu til heiðurs fyri Astori, ið bar troyggju nummar 13.


Vakra løtan sæst á sjónbandinum omanfyri.