Heiðra Ruth Smith á 100 ára degnum

Ruth Smith fagnaður verður í Vági í døgunum1/4 til 6/4. Á skránni eru framsýningar, konsertir, fyrilestrar og avdúkingar, tá ein hin fremsti listamálari føroyinga verður miðdepil í víðfevndum fagnaði í samband við 100 ára føðingardagin 5. apríl.

Ruth Smith er millum fremstu listamálarar, ið føroyingar hava átt.

Ruth Smith var fødd í Vági í 1913.

Sum 17 ára gomul fór Ruth til Danmarkar við ætlan um at læra til sjúkrasystur. Fólk eggjaðu henni tó at fara á Tekniskúla Bizzie Høyers, og tað gjørdi hon. Seinni hava eittnú Ingálvur av Reyni og Hans Hansen gingið har.

Hon fór heim aftur til Vágs, og málaði har tveir oljumálningar, ið tryggjaðu henni pláss á Listaháskúlanum í 1936. Krígsárini var hon, sum so mangir føroyingar, í Keypmannahavn, tí sambandið við Føroyar var kvett. Eftir kríggið var hon eina tíð í Danmark, tí hon hevði møtt vinmanninum Poul Morell Nielsen. Tey bæði giftust seinni.

Í 1948 fluttu tey til Føroya, fyrst til Vágs í barnaheimið og inn til móðurina at búgva, og har búði eisini beiggi Ruth, William, við konu og børnum.

Morell og Ruth bygdu hús í grannabygdini Nesi í 1950’unum. Húsini eru enn í dag sethús, og longu gluggarnir í málaraskemmuni eru enn í húsunum.

Lítillátin var hon, og kravdi nógv av sær sjálvari og listini. William Heinesen mátti stundum í brøvum bøna hana um at senda listaverk til framsýningar. Kend eru eittnú verk hennara, ið mynda andlitsmyndir, landløg og ikki minst eru sjálvsmyndirnar kendar og virdar.

Í 1957 stóðu húsini liðug, men Ruth Smith hevði tað ikki gott. Hon var troytt, sum skrivað stendur í stóru bókini um Ruth Smith, sum Listasavn Føroya gav út. Eina nátt í andvekri var hon á fótum og dagin eftir varð Ruth Smith funnin hinumegin Lopransfjørð. Hon leið av svøvnloysi, men var nú endiliga sovnað...fyri seinastu ferð.

Í dag stendur hon millum størstu varðarnar í føroyskari list.

Millum 1/4 og 6/4 –2013 verður Ruth Smith Fagnaður í Vági. Tað er felagið Skálin við Skála, sum eittnú rekur Ruth Smith Savnið í Vági, ið skipar fyri fagnaðinum.