Í morgin verður móttøka í Fíggjarmálaráðnum í sambandi við, at Petur Alberg Lamhauge leggur frá sær sum fíggjarmálastjóri.
Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, fer úr starvi sum aðalstjóri 1. mai 2011. Hann fer framhaldandi at starvast í landsfyrisitingini sum ráðgevi, har hann fyrstu tíðina fer at arbeiða við at seta í verk nýggju játtanarskipanina.
Petur Alberg hevur verið stjóri í almennu fyrisitingini síðan 1985. Síðan 1997 hevur hann verið aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum. Nýggjur fyribilsaðalstjóri verður Atli Suni Leo. Løgmaður fer ikki at lýsa aðalstjórastarvið leyst nú, tí hann er farin undir eina tilgongd at minka um talið av stjórnarráðum. Atli er útbúgvin búskaparfrøðingur og er ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum. Hann hevur starvast í Fíggjarmálaráðnum síðani 1997.
Í sambandi við, at Petur Alberg Lamhauge, fíggjarmálastjóri gevst sum aðalstjóri, verður almenn móttøka í Fíggjarmálaráðnum í morgin fríggjadagin 29. apríl 2011 frá kl. 15.00 ? 17.00.