Í dag 15. desember eru 125 ár liðin, síðan Petur Alberg varð borin í heim, og tí verður skipað fyri samkomu í Müllers Pakkhúsið.
Í dag 15. desember eru 125 ár liðin, síðan Petur Alberg varð borin í heim, og í hesum sambandi skipa Tórshavnar kommuna, Óli Jacobsen og Tórshavnar Manskór fyri hátíðarløtu í Müllers Pakkhúsi klokkan 17 at minnast tónaskaldið Petur Alberg, sum m.a. gjørdi lagið til tjóðsang okkara.
Skráin verður:
Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin
Tórshavnar Manskór
Óli Jacobsen leggur bókina um Petur Alberg fram
Tórshavnar Manskór
Fyrireikararnir siga, at øll eru vælkomin í Müllers Pakkhús klokkan 17, har eisini ein drekkamunnur verður at fáa.
Tey sum keypa bókina á samkomuni fáa í »føðingardagsgávu« eitt litprent av áhugaverdari tekning hjá Petur Alberg.










