Ólavsøkudag kl 14 verður ein nýggj listavirðisløn latin á fyrsta sinni. Tað er Miðlahúsið, sum saman við Norðurlandahúsinum, Klaksvíkar Kommunu, Fuglafjarðar Kommunu, Havsbrún og Norðoya Sparikassa, letur virðislønina.
Ì tíðindaskrivi sigur Miðlahúsið m.a.
- List hevur sum kunnugt stóran týdning fyri trivnað, vælferð og samleika. Hartil kemur, at mentan og list eisini hava búskaparligan týdning og týdning fyri umdømi Føroya úti í heimi. Í einum altjóðagjørdum heimi hevur kappingarsamleiki stóran týdning og í hesum høpi hava list og listafólk ein alt størri leiklut. Listafólk skapa stór mentanarlig i virði og einhvør mentað tjóð sýnir listafólkum virðing og eigur at geva teimum góðar virkismøguleikar.
Land og kommunur stuðla mentan og list við almennum peningi á løgtingsfíggjarlóg og á kommunalum fíggjarætlanum. Hetta er ein almenn viðurkenning av tí týdningi, sum mentan og list hava fyri tjóðina. Seinastu árini hava eisini nógvar privatar fyritøkur stuðlað list og listarligt virksemi, og hetta jaliga rák mennist í hvørjum.
Miðlahúsið, ið fevnir um blað, útvarp og portal, kennir tað sum sína skyldu at stuðla føroyska list og at heiðra føroysk listafólk. Vit hava tí tikið stigið til eina nýggja virðisløn fyri listafólk og vit gera hetta í fyrstu atløgu saman við Norðurlandahúsinum, Klaksvíkar og Fuglafjarðar kommunum, Havsbrún og Norðoya Sparikassa. Virðislønin nevnist Listavirðisløn Miðlahúsins og er kr. 50.000 til støddar.
Listavirðisløn Miðlahúsins verður hereftir á hvørji Ólavsøku latin einum ella fleiri listafólkum ella bólkum, sum vit meta at hava serstakliga stóran týdning fyri føroyingar og fyri føroyskan samleika. Hetta seinna verður undirstrikað við, at virðislønin verður handað ólavsøkudag eftir tingsetan og við at handanin fer fram við standmyndina av Nólsoyar Pálli, ið hevur so stóran ímyndaligan týdning fyri okkum føroyingar. Tað verða tveir skapandi og útinnandi tónlistamenn, ið fáa heiðurin, og fara vit at kunngera nøvnini, tá virðislønirnar verður handaðar.
Tiltakið verður stutt eftir, at Løgtingið er sett t.v.s. umleið kl. 14.00, og handaninar fara sum nevnt fram við standmyndina av Nólsoyar Pálli í Vágsbotni. Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, og vit vóna, at nógv fólk fara at nýta høvið at vera við til at heiðra tveir av okkara tónlistamonnum, ið gera vøkur og hugtakandi tónaløg og frambera tey til eldri og yngri føroyskan skaldskap.