– Tit vístu dirvi, sum vit onnur hava ilt við at skilja. Tað er nakað serligt at standa andlit til andlits við tykkum, sum tann 22. juli í fjør settu egið lív í váða fyri at bjarga øðrum, segði Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, á hátíðarhaldinum, sum var í ráðhúsinum í Oslo. Haraldur kongur var eisini hjástaddur.
Fimm fólk fingu heiðurstekin úr gulli, og hini 17 fingu heiðurstekin úr silvuri fyri at hava sett teirra egna lív í váða fyri at bjarga øðrum í Oslo og við Utøya.
– Tit, sum verða heiðrað í kvøld, eru tey fremstu millum tey djørvu. Tit komu fyrst og noyddust at gera tað, sum tit hildu vera tað besta. Við dirvinum sum skjøldur fóru tit inn í vandan, segði Jens Stoltenberg millum annað í røðu síni.
Heiðursmerkið, sum tey 22 fingu, varð upprunaliga latið í sambandi við vanlukkur á sjónum, men tey seinnu árini er tað eisini latið fyri avbera góð bjargingaravrik uppi á landi.
Til avhoyringar
Samstundis sum bjargingarfólk verða heiðrað fyri teirra avrik tann 22. juli í fjør, eru norskir politikarar og embætisfólk til avhoyringar hjá einari serligari stórtingsnevnd um teirra leiklut í sambandi við yvirgangin. Mánadagin var forsætisráðharrin avhoyrdur, og hann fekk nakrar sera nærgangandi spurningar. Onkur av avhoyrarunum undraðist á, at forsætisráðharrin ikki legði frá sær, tá hann alment segði seg hava fulla ábyrgd av trygdini tann 22. juli í fjør.
– Setti tú ikki egin áhugamál fram um áhugamálini hjá fólkinum, bleiv Jens Stoltenberg spurdur. Forsætisráðharrin svaraði, at hann tók ábyrgdina á seg við at halda fram í embætinum og við at gera sítt til at tryggja, at slíkt ikki skal henda aftur.