Heiðrað á Danish Travel Awards

Atlantic Airways var í gjárskvøldið heiðrað sum besta leiguflogfelag á Danish Travel Awards

Í gjárskvøldið fekk Atlantic Airways heiðursløn sum besta leiguflogfelag. Tað var Pætur Rasmussen, Network og Charter Manager hjá Atlantic Airways, sum tók ímóti heiðurslønini. 

 

Atlantic Airways var kappaðist við størri flogfeløg sum Thomas Cook Airlines og SAS, ið áður hava vunnið heiðurslønina. 

 

17 ymisk feløg flúgva leiguferðir suðureftir, harímillum eru Atlantic Airways, og út av hesum 17 flogfeløgunum vóru trý útvald til eina heiðursløn. 

 

- Tað var óvæntað, at vit yvirhøvur vóru útvald sum eitt av flogfeløgunum, sigur Pætur Rasmussen. 

 

Tað var Epnion, ið stóð fyri spurnarkanning í samband við heiðurslønina. 2000 fólk vóru spurd, og úrslitið var so, at Atlantic Airways er besta leiguflogfelag. 

 

- 1/3 av allari flúgving hjá Atlantic Airways í ár hevur verið við leiguflogferðum. Tey hava havt 150.000 ferðafólk tilsamans á teirra ferðum, og hesi tølini vaksa javnan, sigur Pætur Rasmussen.

 

Atlantic Airways hava góðar møguleikar at flúgva leiguferðir. Tey hava manning og starvsfólk til uppgávuna og selja síðan yvirskotskapasitetin til ferðasmiður í Danmark, ið síðan flúgva leiguferðir suðureftir fyri hendan yvirskotskapasitetin. Sølan av yvirskotskapasitetinum er eisini treytað av sáttmálum við onnur feløg.

 

– Tað er nokkso stuttligt hjá okkum, at fáa eina slíka heiðursløn, sigur Pætur Rasmussen at enda.