Heiðinskapsins myrkur

Fyrrverandi formaðurin í Føroya Pro Vita, Ólavur í Mittúni, er skelkaður av, at fólkatingslimur er farin undir at savna pening fyri at hjálpa føroyskum kvinnum at fáa fría fosturtøku

?Hatta er púra vilt. Eg eri djúpt skelkaður av, at kjakið um fría fosturtøkur heldur á við at koyra, tí hví kunnu vit ikki bara lata børnini liva, spyr Ólavur í Mittúni.
Ólavur í Mittúni er fyrrverandi formaður í Føroya Pro Vita, ið er ein felagsskapur, sum sigur seg verja rættindini hjá ófødda barninum.
Føroya Pro Vita hevur í løtuni ongan formann, og tí hava vit vent okkum til fyrrverandi formannin í felagnum fyri at spyrja um hansara hugsan um átakið hjá fólkatingsliminum, Kamal Qureshi, og Kvindeligt Selskab, ið eru farin undir at savna pening fyri at hjálpa føroyskum kvinnum at fáa fría fosturtøku.
?Eg veit ikki hvørji orð, eg skal nýta, men hetta er enn eitt tekin um heiðinskapsins myrkur. Eg eri noyddur at endurgeva Kaj Munk, sum spyr " Hvad har vi gjørt jer"?, og senda spurningin víðari, hvat hesi óføddu børn hava gjørt okkum, spyr Ólavur í Mittúni.