Kappingin millum 8-mannaførini á Jóansøku var framúr spennandi. Sum tær báðar undanfarnu ferðirnar so var tað aftur hesa ferð Heiðabáturin, sum vann. Undanfarnu ferðirnar hava teir umborð á Argjabátinum roynt at givið Heiðabátinum kapping. Tað eydnaðist ikki Argjabátinum í dag at blanda seg upp í kappingina við Heiðabátin.
At tað kortini gjørdist tætt og spennandi komst av, at Árnfirðingur róði so sera væl. Árnfirðingur átti besta startin, grøni báturin var fremstur í startspurtinum. Men tá ið 200 metrar vóru lagdir afturum, var Heiðabáturin fremstur.
Kortini var kappingin spennandi. Tað komst av, at Árnfirðingur var ógvuliga treiskur og óførur. Bátarnir lógu leingi borð um borð. Eina løtu sá tað út til, at Heiðabáturin skuldi økja um munin, men so svaraðu teir á Árnfirðingi aftur, og hóast tað ikki eydnaðist í fyrstu syftu, so svaraðu teir enn eina ferð aftur.
Heiðabáturin vann, men gongdin í róðrinum kundi boðað frá, at tað kann gerast spennandi næstu vikurnar. Hjá Argjabátinum stemmaði tað ikki so væl í dag. Kortini megnaðu argjamenn at stríða seg fram á triðja plássið.
1 Heiðabáturin 04:26.00
2 Árnfirðingur 04:27.10
3 Argjabáturin 04:27.17
4 Kvívíkingur 04:31.04
5 Knørrur 04:35.03
1 Heiðabáturin 21
2 Argjabáturin 17
3 Árnfirðingur 16
4 Kvívíkingur 12
5 Knørrur 9










