Heiðabáturin í uppvísningi

Eina løtu tóktist tað sum um, at tað skuldi gerast spennandi kapping um fremsta plássið í kappingini millum 8-mannafør á Norðoyastevnu.

Men tá ið gott og væl hálvt málið var rógvið, fór nýggi Heiðabáturin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ at taka seg frá hinum bátunum. Munurin øktist støðugt, og á málinum var Heiðabáturin í hvussu so er fýra bátslongdir.

Ørvur tóktist á fyrsta teininum at vera størsti avbjóðarin hjá Heiðabátinum. Men Argjabáturin var væl drúgvari enn Ørvur, og á málinum var Argjabáturin ein stóran skut frammanfyri Ørv.

 

Norðoyastevna 2007 - 8 mannafør

1 Heiðabáturin 07:42.03

2 Argjabáturin 07:56.22

3 Ørvur 07:57.24

4 Knørrur 08:08.24

5 Árnfirðingur 08:11.02

 

Støðan í FM - 8 mannafør

1 Heiðabáturin 7

2 Argjabáturin 5

3 Ørvur 4

4 Knørrur 3

5 Árnfirðingur 2

 

Fyribils startrøðin á komandi stevnu

1 Knørrur

2 Argjabáturin

3 Heiðabáturin

4 Ørvur

5 Árnfirðingur

G.G.: Tíðirnar eru í 1/25-pørtum.